Sunnudagin kann Víkingur endaliga gerast FM-vinnari 2024, tá ið teir skulu møta HB í Gundadali. Teir ljósabláu mangla bert tað eina stigið, fyri at KÍ á øðrum plássi, ikki kann fanga teir aftur á stigatalvuni, ella at KÍ ikki vinnur sín dyst móti B36 sum verður í Klaksvík.
– Vit fara til Havnar at vinna dystin. Lat ongan iva verða um tað. So fara vit at síggja hvat tað endar við. Vit hava tveir dystir eftir enn, har vit sjálvir kunnu avgerða tað heila. So fara vit at síggja um vit megna tað sunnudagin ella um vit mugu bíða eitt sindur longri, sigur høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen, við Eysturoyarportalin.
Víkingur er eisini eitt av liðinum í Betri deildini sum hevur havt fleiri leikarar við, bæði á A-landsliðnum og U21 landsliðnum seinastu vikuna. Í alt sjey mans hava verið avstað hesuferð. Íroknað liðskiparin Atla Gregersen, sum er hjálparvenjari hjá U21 landsliðnum, men sum nú eisini er blivin hjálparvenjari hjá A-landsliðnum til komandi tveir landsdystirnar.
Víkingur hevur “bert” brúk fyri einum javnleiki fyri at gerast Føroyameistarar. Men høvuðsvenjarin hjá liðnum úr Eysturkommunu, Jóhan Petur Poulsen, dylur ikki fyri at liðið altíð fer út fyri at vinna.
– Allir mans hjá okkum eru komnir aftur frá ymisku landsliðnum óskaddir. Nú hugsavna vit okkum um spennandi og truplu uppgávuna sum er móti einum góðum HB-liðið í Gundadali. Eitt trupult stað at spæla hjá flest øllum feløgum, men vit fara sjálvandi inn á vøllin, sum við øllum dystum, fyri at vinna dystin, sigur Jóan Petur at enda.
Dysturin í Gundadali millum HB og Víking byrjar kl. 15.00 sunnudagin.