Víkingur boðar í kvøld frá, at ein av evnaríku leikarunum hevur sáttmála við felagið.
Víkingur skrivar soleiðis:
Jónatan Lervig hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við barndómsfelagið Víking.
Jónatan, sum er 20 ára gamal, er úr Leirvík og er verjukendur leikari. Hann hevur verið fastur partur av 1. deildarliðnum seinastu árini, og legst nú afturat Betri hópinum.
Vit fegnast um at Jónatan hevur gjørt sáttmála og gleða okkum at síggja meira til hansara.