Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.04.2025 21:05

Víkingur hevur sett hjálparvenjara

Mynd: Víkingur

Víkingur skrivar soleiðis í kvøld:

Tað verður Óla Kristian Skála Jacobsen sum verður hjálparvenjari hjá Betri liðnum hjá monnum. 

Óla Kristian hevur verður liðformaður á okkara 1. deildarliðið í nógv ár, umframt at hava verið partur av Betri liðnum, og seinastu árini hevur hann eisini verið undir venjaraútbúgving, og hevur staðið B3 útbúgvingina.

Tí er tað ein maður, sum hevur fingið alla sína fótbóltsuppaling í okkara felagið, og sum Jóhan Petur kennir væl eftir hondini, sum nú gerst hjálparvenjari. Óla Kristian er longu farin til arbeiðis og vit gleðast um at hann er lagdur afturat toyminum hjá Betri monnum