Tað gjørdist til eitt 4-1 tap niðri í Ghent í kvøld, tá ið víkingar, saman við trúgvu áskoðarunum, stríddust manniliga bæði á og uttanfyri vøllin.
Og gestirnir úr Eysturkommunu loyptu eisini sannan hvøkk á vertirnar og heimaáskoðarnar í fyrra hálvleiki, við at leggja seg á odda 1-0 í 13 minutti við máli frá Jørgen Nielsen.
Og tað kundi, og skuldi, eisini verið 2-0 til Víking, tí longu í 5 minutti høvdu víkingar bóltin í málinum, men íslendski dómarin, sum dømdi ein sera vánaligan dyst, kolldømdi málið. Ein stórur feilur, og nakað sum eisini eyðkendi dømingina restina av dystinum har útiliðið ikki fekk nógv í sín part.
Hálvleiksstøðan var 1-1. Men endaliga úrslitið gjørdist 4-1, eftir at heimaliðið setti veruliga ferð á í seinna hálvleiki.
Víkingahópurin, saman við áskoðarunum, fara nú at venda nøsina heim til Føroyar, har returndysturin verður leiktur í Klaksvík komandi hósdag.
Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:
Eysturkommuna
Stoyp Sp/f
TN Bygging


































