Poul Kallsberg og Árni Nóa Atlason hava í dag longt við Víking.
Tað boðar felagið frá í dag, sum skrivar soleiðis:
“Gleðilig tíðindi í dag.
Hesir hartarbeiðandi, ungu garparnir, hava longt sáttmálan.
Poul Kallsberg og Árni Nóa Atlason verða í øllum førum ljósabláir til kappingarenda í 2026.”