Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.09.2023 14:30

Víkingur Reykjavík kann gerast greipuvinnari – uttan Gunnar

Mynd: jggsport

Víkingur Reykjavík kann í kvøld gerast greipuvinnari, eftir at teir í vikuskiftinum vunnu íslendsku steypafinaluna.

Í kvøld tekur Víkingur Reykjavík móti KR, og skulu teir á oddaliðnum bert vinna ein dyst afturat fyri at gerast íslendskir meistarar. Liðið hjá Gunnari hevur bert tapt ein dyst í Úrvalsdeildini hetta kappingarárið.

Tískil er møguleiki fyri at Víkingur Reykjavík kann gerast greipuvinnari, alt innan bert fýra dagar, í kvøld.

Hetta verður tó uttan Gunnar Vatnhamar, sum ikki verður við í kvøld av persónligum orsøkum.

Dysturin verður bríkslaður í gongd í kvøld klokkan 20.15 føroyska tíð á Víkingsvöllur.