Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2024 14:39

Vil Tú selja landstreym?

Lesarabræv / Kommunuval 2024

Tú er eigari av elveitingarrisanum SEV, tí kommunurnar eiga SEV og tú er ein ”partaeigari” í tínari kommunu. Og skjótt sleppur tú at velja títt kommunalu stýri, sum síðani velur nevndina í SEV.

Vil Tú selja landstreym?. Reiðarafelagið fyri Handilsskip, RFH, hevur sent tær boð, um at tey vilja fegin keypa landstreym frá tær. (sí video her).

Runavíkar kommuna hevur fimm stórar havnir, har tað kann vera viðkomandi at bjóða hesa tænastu: Kongshavnar havn, Glyvrar, Søldarfjørð, Skála og Funningsfjørð.

Runavíkar kommuna hevur verið framsøkin og framt íløgur í allar hesar kajkantar og gevur hetta inntøkur um kajkantin, afturat at fjølbroyttar vinnur hava valt at seta búgv her. Tað skapar arbeiðspláss, lærupláss til okkara ungu og eisini partafelagsskatt. Hetta er symbiosan, sum borgari, kommuna og vinnan liva av og mennast við. 

Landið hevur boðað frá, at tey seta 2 mió. Kr. í landstreym komandi 3 árini. Hetta er 400.000 kr í part, um tað bert fór til havnirnar hjá okkum. Greitt er, at tað er ikki Føroya Løgting, sum ger hesa íløguna. 

Hvør skal so gera íløguna? Er tað kommunan, SEV og/ella vinnan ? Vinnan boðar frá, at teirra íløga er skipini. Nú er bert kommunan og SEV eftir. 

Neyvan eru allar 29 kommunur líka áhugaðar í at SEV ger hesa íløguna og um so er, hvar skal hon gerast fyrst? í Tórshavn, Runavík, Fuglafirði ella í Klaksvík? Tørvurin á orku er so stórur, at stórar fyritøkur, sum Bakkafrost og Hiddenfjord, eru farnar at framleiða streym til sín sjálvs – og inn á SEV netið.

Í Skotlandi leggur Bakkafrost 26 km kaðal fyri at fáa grøna orku, meðan í Føroyum veitur SEV fram til fyritøkurnar. Tað finnast ymisk model, at menna og gera íløgur eftir. 

SEV, kommunurnar og vinnan mugu saman finna ein leist, sum tryggjar at íløgur í landstreym verða gjørdar. Eina langtíðarætlan bert fyri Runavíkar kommunu fevnir um minst fimm lokatiónir.

Sum Runavíkar kommuna hevur merkt, meir enn aðrar kommunur, so hevur landspolitikkur sera stóra ávirkan á, um ein íløga gevur aftur í kommunukassan. Revsitiltøkini móti Russlandi gjørdu, at kommunan og fyritøkur skulu byggja upp nýggjan kundaskara. Tilfengisgjald og tøkugjald stóðu til at geva minni inntøkur í kommunukassan, men kom í betri legu í samstarv millum Kommunufelagið og Landsstýrið. 

Runavíkar kommuna hevur gjørt íløgur í vinnuøkir og kajkant, og tá koma inntøkurnar aftur m.a. í partafelagsskatti og havnagjaldi – afturat øktum virksemi og øktum persónsskatti. 

Tað krevur nógv dirvi, av fyritøkum, SEV og kommunum, at gera stórar íløgur. Søguliga sæð, eru nakrar kommunur, sum hava valt, ikki at gera íløgur í vinnuligar karmar. Hetta ávirkar tær nógv, nú fáar fyritøkur og arbeiðspláss eru innanfyri teirra bøgarðar. 

Ein kommunal vinnu- og havnanevnd skal eisini hava dirvi at velja fyritøkur frá. Tað eru ikki allar fyritøkur, sum hava líka bjarta framtíð, vakstrarmøguleikar, skapa góðan umsetning ella arbeiðspláss. Tí gerst tað ein framíhjárættur at sleppa at byggja á einum kommunalum vinnuøki.

Runavíkar kommuna hevur stórar íløgur fyri framan. Eg bjóði meg at sita í býráðnum komandi fýra árini, fyri at tryggja framhaldandi menning av vinnuligu kørmunum, sum áhaldandi skulu gagna okkum øllum.

Set X við Sigrid J. Dalsgaard – til Runavíkar býráð

(Hoyrir tú fuglin? – síðst í video. Goyr hann :)?