Fitt av fólki var møtt til almenna móttøku í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í dag, tá ið vinnarin til miðbýarætlanina til Fuglafjørð skuldi finnast.
Tað var í januar í ár, at býráðið í Fuglafjarðar kommunu tók avgerð um at bjóða trimum teknistovum at luttaka í hugskotskapping til nýggja miðbýarætlan. Til innbodnu arkitektakappingina, valdi Fuglafjarðar kommuna, at bjóða teknistovunum: EyA, Map og Henning Larsen NA við í hugskotskappingina.
Og í dag skuldi so vinnarin av hugskotskappingini finnast eftir at ein dómsnevnd seinastu vikurnar, sett saman av fakdómarum, býráðspolitikarum, og starvsfólki úr umsitingini, hevur mett um uppskotini.
Tað var borgarstjórin í Fuglafjarðar Kommunu, Dávur Juul sum kunngjørdi vinnarin. Og var tað teknistovan EyA við lokala Eyðun Eliasen á odda, sum vann kappingina. Meðan Henning Larsen NA gjørdist nr. 2 og Map nr. 3.
Samlaða upphæddin til virðislønir, innkeyp og samsýningar er 750.000 kr, upplýsir Fuglafjarðar Kommuna.
Myndir: Eysturoyarportalurin



























