Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.04.2025 18:42

Vitjan úr skotska parlamentinum

Tíðindaskriv/ Løgtingið

Tinglimir úr skotska parlamentinum vitja í Føroyum í hesum døgum.

Talan er um tey trý, Liam McArthur næstformann í skotska formansskapinum,

Audrey Nicoll forkvinnu í nevndini fyri revsirætt og Rhoda Grant, lim í nevndini fyri

bygdir og oyggjar.

Í Løgtinginum heilsaðu tey uppá løgtingsforkvinnuna og næstformannin, eins og

Vinnunevndina og Rættarnevndina.

Skotsku tinglimirnir eru komin til Føroya at kunna seg um føroysk viðurskifti. Í hesum sambandi vitja tey

eisini í Ítróttarsambandi Føroya, Visit Faroe Islands, SEV í Húsahaga og hjá Føroya Tele.

Vitjanin endar seinnapartin mikudagin.

Vinarliga

Løgtingið