Badmintonsamband Føroya
Sum siðvenja er brúkti BSF høvi til Gallaveitsluna í kvøld at heiðra ársins leikarar. Landsliðsvenjarin Fai Yin Wong valdi at heiðra fylgjandi leikarar:
– Ungt stjørnuskot, genta: Sarita Kvilt
– Ungt stjørnuskot, drongur: Boas á Reynatrøð
– Kvinna: Miriam í Grótinum
– Maður: Hákun Thorkildshøj Sigvardsen
Hesir leikarar hava sýnt serligt ídni og framburð í 2024 og eru fyrimyndir fyri aðrar badmintonleikarar.